Uttanlands

Djúphavstrolarar fara uttanlands at landa veiðuna

Fleiri trolarar eru ávegis uttanlands at landa veiðuna, sum trolararnir hava fiskað undir Føroyum

Bakur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Bakur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-05-19 14:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri trolarar eru ávegis uttanlands at landa veiðuna, sum trolararnir hava fiskað undir Føroyum. Eitt nú landa skipini í Danmark, Noregi og í Hetlandi.

Í síðstu viku landaði Vesturvarði 65.000 pund í Hetlandi, sum trolarin hevur fiskað undir Føroyum.

Partrolararnir Heykur og Falkur liggja í Hanstholm, har parið hevur landað upsa, og Stelkur, Bakur og Rankin eru eisini ávegis til Danmarkar at landa.

Gulllaksapørini Skoraberg, Fuglberg, Polarhav og Stjørnan eru ávegis til Noregs, har skipini skulu landa gulllaks, sum tey hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Verkfallið hevur við sær, at føroysku skipini fara uttanlands at landa veiðuna tí møguleiki er ikki fyri at landa veiðuna í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder