Innanlands

Donsk skip landa makrel í Fuglafirði

Ruth skal landa 2000 tons og Isafold hevur umleið 1600 tons av makreli

Ruth (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ruth (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-01-07 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Donsku uppsjóvarskipini Ruth og Isafold komu bæði inn í gjár. Skipini skulu landa makrel til Pelagos í Fuglafirði.

Ruth byrjaði at landa seinnapartin í gjár. Ruth hevur fiskað makrel í ES sjógvi, og hevur 2000 tons av makreli.

Isafols sleppur framat aftaná Ruth. Isafold hevur eisini fiskað makrel í ES sjógvi, og hevur Isafold umleið 1600 tons av makreli.

Bæði skipini fara aftur til fiskiskap tá ið tey hava landað. 

[object Object]Isafold (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder