Innanlands

Donsk uppsjóvarskip landa makrel í Føroyum

Donsku skipini Themis og Rockall landa makrel í Fuglafirði og á Tvøroyri

Themis (Savnsmynd: Shipspotting.com)

Themis (Savnsmynd: Shipspotting.com)

2022-02-01 07:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Themis landar 1100 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði, sum er fiskaður í bretskum sjógvi.

Á Tvøroyri landar danska uppsjóvarskipið Rockall 700 tons av makreli til Varðan Pelagic. Eisini Rockall hevur fiskað í bretskum sjógvi.

Bæði skipini fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder