- Ferðin hevur verið drúgv og er ikki liðug enn. Vit fóru úr Tallin, Estlendska høvuðsstaðnum 29. septembur og eru nú, vit skriva 8. januar komnir á Havnina. Vit skulu til Dýrafjørð, sum liggur á vestlandinum á Íslandi við einum fóðurflaka til alivinnuna, sum er gjørdur í Tallin,-
Tað sigur skiparin á sleipibátinum Thor úr Hanstholm, Ole Christensen.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Orsøkin til, at sleipið hevur tikið so langa tíð, er vánaliga veðrið. Tryggingin hjá alifelagnum sigur, at vit kunnu bara sleipa flakan, tá aldan ikki er hægri enn hálvanannan metur, og tað er sjálvdan á hávetri í Norðuratlanshavi, sigur hann
- Vit sigldu fyrst til Måløy í Norra, og máttu steðga har vegna veður. Har lógu vit í seks vikur, tí vit máttu hava minst tríggjar samanhangandi dagar við góðum veðri fyri at náa til Føroyar, og tað fingu vit ikki. Vit sleipaðu so flakan til Langvål, og har hevur hann ligið uppankraður frá 28. novembur. Vit fóru tá heim við sleiparanum og byrjaðu ikki aftur at sleipa fyrr enn 3. januar, sigur Ole.
- Vit kláraður akkurát til Føroyar áðrenn vindur kom. Nú liggja vit á Havnini og bíða til tað verður samanhangandi gott veður í tríggjar dagar, so vit kunnu náa til Íslands. So sigla vit norður um Ísland, hóast tað er longri, tí norðanfyri eru nógvir firðir, vit kunnu kroka í, og tað er tað ikki á suðurlandinum, sigur Ole Christensen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og var eisini ørindir í býnum við tveimum av manningini, sum telur fýra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald