Innanlands

Eldur í maskinrúminum á Baki

Partrolarin var staddur eystur úr Eystnesi. Teir umborð fingu sløkt eldin sjálvur og hildu fram til fiskiskap saman við Stelki

Neyðugt var millum annað at sløkkja motorin. Bakur er á veg til fiskiskap saman við Stelki (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Neyðugt var millum annað at sløkkja motorin. Bakur er á veg til fiskiskap saman við Stelki (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-31 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið fekk MRCC støðin í Havn fráboðan frá Brimli um, at eldur var í maskinrúminum á Baki.

Skipið var áveg til fiskiskap saman við Stelki og var stutt eystur úr Eystnesi, tá tað varð varnast, at okkurt var galið. 

Hetta upplýsir Vørn á heimasíðu sínari.

Heimasíðan jn.fo skrivar, at í fyrstu atløgu eydnaðist ikki at sløkkja eldin, at teir umborð skalkaðu maskinrúmið og sløktu motori, og at Tjaldrið fór ímóti trolaranum.

Eina løtu seinni eydnaðist at sløkkja eldin, og klokkan 22.40 boðaði Bakur MRCC frá, at nú var gongd komin á aftur, og at hildið varð leiðina fram til fiskiskap. 

Partrolarnir Stelkur og Bakur hava heimstað í Runavík, har teir mánadagin landaðu, sambært jn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder