Uttanlands

Emerald hevur landað í Noregi

Emerald hevur landað góð 1.000 tons av rækjum í Tromsø

Emerald (Savnsmynd: Antines Iversen Lindenskov)

Emerald (Savnsmynd: Antines Iversen Lindenskov)

2024-06-19 18:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Rækjutrolarin Emerald úr Tórshavn, hevur landað 1.006 tons av rækjum í Tromsø.

Emerald hevur fiskað í Hopen dýpinum, og tað vóru neyvt 51 dagar frá tí skipið loysti til teir vóru inni aftur.

Við hendan túrin vóru 19 mans, og skipari var Jakup Joensen.

Emerald fór aftur til fiskiskap í dag, eftir at skipið hevði tikið nýggja útgerð og skift manning. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder