Verksmiðjutrolarin Emerald loysti í gjárkvøldið úr Hirtshals, og setti kós móti Føroyum.
Emerald verður í Føroyum hósdagin, og almenn móttøka verður hósdagin klokkan 16.
Emerald er við sínum 88 metrum í longd, og omanfyri 18 metrum í breidd, ein tann størsti trolarin av sínum slag um okkara leiðir. Skipið er bygt á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi, og kostaði omanfyri 400 milliónir at byggja.
Tað serliga við hósdegnum er, at Mortan Johannesen, sum er stovnari og eigari av felgnum, eisini hevur føðingardag hendan dagin, og tí kann ikki sigast annað enn, at talan er um eina heilt serliga føðingardagsgávu Mortan Johannesen fær í ár.
Emerald hevur seinastu dagarnar ligið í Hirtshals, har skipið hevur tikið útgerð umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald