2023-07-07 16:03
Nýggi verksmiðjutrolarin Emerald hjá felagnum Havborg í Havn kom seinnapartin til Hirtshals.
Nú skal útgerð takast umborð áðrenn kósin verður sett móti Føroyum. Eftir ætlan kemur Emerald á Havnina hósdagin í næstu viku.
Emerald er við sínum 88 metrum í longd, og omanfyri 18 metrum í breidd, ein tann størsti trolarin av sínum slag her um okkara leiðir.
Sí myndirnar, sum Preben Andersen tók í Hirtshals seinnapartin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald