Uttanlands

Emerald og Gadus í Båtsfjord

Nýggjastu fiskiskipini í føroyska flotanum liggja bæði í Båtsfjord, har ymiskar tillagingar verða gjørdar umborð

2023-11-26 20:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hevur Emerald verið til royndar fiskiskap, og nú byrjar at ganga rætta vegin til skipið er klárt at fara orduliga í vinnu.

Emerald kom til Båtsfjord fyrr í vikuni, og tá ið teir komu inn, lá Gadus frá Klaksvík við bryggju í Båtsfjord.

Manningin á Emerald hevur seinastu tíðina royndarkoyrt skipið, og nú er ikki nógv eftir, og til skipið er klárt at fara í vinnu.

Gadus hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og meðan teir vóru til fiskiskap fingu teir trupuleikar við einari pumpu umborð.

Avgerð varð tikin um at fara inn, og umvæla brekið, og síðani fer Gadus aftur til fiskiskap.

Emerald og Gadus eru báðir bygdir á Tersan skipasmiðjuni í Turklandi, og tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur teknað skipini.

Kostnaðurin fyri bæði skipini er umleið 400-450 milliónur hvørt.

Hini skipini, sum eru til fiskiskap í Barentshavinum eru Akraberg, sum kom í føroyska flotan í fjør og eldru skipini í flotanum, sum eru Sjúrðarberg, Arctic Viking og Enniberg.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder