2020-09-12 22:33
Skrokkurin til íslendska skipið Børkur varð sjósettur fyrr í vikuni.
Nýggi Børkur verður heili 88 metrar langur, og 16,6 metrar breiður. Skipið verður systurskip til nýggja Vilhelm Thorsteinsson, sum eisini skal til Íslands.
Nýggi Børkur skuldi eftir ætlan latast íslendsku eigarunum í desember í ár, men seinkingar hava gjørt, at hetta er útsett nakað.
Skrokkurin skal nú sleipast til Skagen í Danmark, har arbeiðið skal gerast liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald