2021-02-18 06:48
Norska uppsjóvarskipið Norderveg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.
Norderveg hevur fiska lodnu í íslendskum sjógvi, og hevur 370 tons av lodnu við til lands, sum verður landað til Pelagos.
Prísurin á lodnu hevur seinastu dagarnar verið sera høgur, og hesaferð var einki undantak, tó ikki tann hægsti, sum Pelagos hevur keypt í ár.
Norderveg fekk 10,60 krónur kilo.
Um Norderveg fer aftur á lodnuveiðu tá ið liðugt er at landa vita vit ikki, men tó er tað mest sannlíkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald