2025-08-01 13:38

Í gjár kom frálandaskipið Thor Frigg undir FAS, og skipið hevur fingið heimstað í Tórshavn.
Thor Frigg er bygt í 2015, og hevur havt heimstað í Nassau síðani skipið bleiv bygt.
Tað er felagið Thor í Hósvík, sum eigur skipið og sum nú hevur fingið heimstað í Tórshavn.
Thor Frigg er triðja frálandaskipið, sum er komið undir føroysk flagg í ár hjá Thor. Hini bæði er Thor Magni og Thor Modi.
Thor lat í 2015 eina seriu á fýra skip byggja á Besiktas Shipyard í Turkalandi.
Síðsta skipið er Thor Freya, og kemur eisini í føroyska flotan seinni í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald