2022-06-15 07:34
Enniberg kom á Havnina í síðstu viku við heili 917 tonsum av rækjum, sum er størsa rækjulastin, ið nakrantíð er landað í Føroyum.
Enniberg hevur, síðan teir vóru lidnir at landað, rigga um til at fara á torskaveiðu, og nú skal flakatrolarin fiska í Barentshavinum.
Enniberg fer hendan túrin í russiskan sjógv at fiska.
Ætlanin var at loysa í gjár, men Enniberg fekk trupulleikar við motorinum. Arbeitt hevur verið uppá trupulleikan síðan, men enn er ikki greitt nær klárt er at sigla.
Mánadagin loysti ein annar, Sjúrðarberg, og fór eisini í russiskan sjógv at fiska tosk.
Gadus er longu staddur í russiskum sjógvi, har teir eru á toskaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald