Innanlands

Enniberg farin nýggjan túr

Fiskireiðskapin er skiftur út, ymiskt viðlíkahald gjørt og síðani er skipið rigga til nýggjan túr, hesaferð eftir svartkalva

Karl Danielsen, skipari og Mortan Hansen, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)

Karl Danielsen, skipari og Mortan Hansen, stýrimaður (Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-09-24 06:56 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Seinnapartin í gjár fór frystitrolarin Enniberg nýggjan túr.

Trolarin hevur ligið á Havnini síðani hann kom av rækjuveiðu úr Barentshavinum. Fiskireiðskapin er skiftur út, ymiskt viðlíkahald gjørt og síðani er skipið rigga til nýggjan túr. 

Karl Danielsen er skipari og hann sigur soleiðis.

- Skipið er nú aftur klárt til fiskiskap, og hesaferð verður tað eftir svartkalva. Kósin verður sett vestur í hav, tí vit skulu fyrst royna í eystur Grønlandi áðrenn vit fara at royna í norðvestur Grønlandi.

- Er hetta góð tíð eftir svartkalva?

- Tað veit eg ikki. Men vanliga siga menn, at tað er best at vera liðugur við kvoturnar í eystur Grønlandi áðrenn novembermánaði kemur, tí eftir tað kann ísur forða fiskiskapinum. Samstundis er tað eisini best at verða liðugur við kvotuna í norðvestur Grønlandi áðrenn november kemur, tí tá kann eisini ísur forða fiskiskapinum har. Tí vóna vit at fiskiskapurin kemur at gangast væl, sigur Karl Danielsen.

24 mans eru við.

Andakt var umborð áðrenn fráferð.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder