Innanlands

Enniberg fekk fyrstu jólapakkarnar í ár

- Vit verða vónandi aftur áðrenn jól, ljóðaði frá fleiri í messuni, tá sjómanstrúboðarin kom við jólapakkunum

Karl Danielsen og Mortan Hansen (Mynd: Sjómansmissiónin)

Karl Danielsen og Mortan Hansen (Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-10-07 21:20 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Leygarkvøldið fór flakatrolarin Enniberg avstað. Leiðin liggur til Vesturgrønlands, har svartkalvakvotan skal fiskast. Tá kvotan er fiskað, er ætlanin at royna eftir toski í Eysturgrønlandi, har føroyingar hava fingið royndarkvotu.

- Vit verða vónandi aftur áðrenn jól, ljóðar frá fleiri í messuni, tá sjómanstrúboðarin kom við jólapakkunum. Ja, tað vóna óivað øll manningin og teirra kæru. Kortini ger tað vónandi einki, at jólapakkarnir eru komnir umborð.

Eftir at trúboðarin hevði heilsa uppá mennirnar á brúnni og biði bøn til Guds um signing og varðveitslu yvir skipið, manningina og reiðaríið, vóru pakkarnir settir inn á skiparakamarið.

Mortan Hansen verður skipari fyrstu vikurnar. Síðani verður Karl Danielsen skipari. Hetta er fyrstu ferð Mortan Hansen er skipari. Hann er tó væl kendur umborð á Ennibergi, har hann hevur siglt við í fleiri ár, bæði sum dekkari, annar- og fyrst stýrimaður. Karl hevur verið skipari á Ennibergi síðstu árini. 34 mans eru við.

Teimum, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Føroyska Sjómansmissiónin takkar fyri jólapakkar til sjófólkið.

Fram til 1. desembur kunnu teir latast inn til:

Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka í Havn, Leguhúsið í Nesvík, Bláa Kross Føroya í Saltangará og Hotel Klaksvík (sjómansheimið).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder