Flakatrolarin Enniberg, sum eisini er útgjørdur til at fiska rækjur, kom í gjárkvøldið á Havnina, eftir at hava landað 340 tons av rækjum í Noregi.
Enniberg hevur landað veiðuna í Bodø, og síðan varð kósin sett móti Føroyum at koyra útgerð í land, og taka nýggja útgerð umborð, áðrenn farið verður á tosaveiðu í Barentshavinum.
Reiðaríið, sum eigur Enniberg eigur eisini eitt systurfelag, sum eitur Havborg. Hetta felagið byggir í løtuni ein stóran og framkomnan trolara í Turkalandi, sum fyrstu tíðina fer at fiska rækjur, meðan Enniberg skal fiska toskakvotuna hjá reiðarínum.
(Mynd: Fishfacts)
Nýggja skipið, sum fær navnið Emerald, skuldi koma til Føroyar í mai mánaða, men er seinkað nakrar vikur.
Sama skipasmiðja byggir eisini nýggja Gadus, sum skal latast JFK. Arbeiðið at byggja Gadus er eisini nakað seinkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald