Innanlands

Enniberg sett kós móti Føroyum

Enniberg hevur umleið 930 tons av flaki, nú teir sigla heim

Enniberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Enniberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-03-19 09:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Enniberg setti í gjár kós móti Føroyum.

Enniberg hevur fiskað í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Enniberg hevur umleið 930 tons av flaki, og nógv tað mesta er toskafløk.

Enniberg verður væntandi á Havnini fyrst í komandi viku, har veiðan eisini skal landast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder