
Trolarin Enniberg, sum vanligt plagar at landa flak í Havn, sum teir hava framleitt umborð, skal landa eina last av rækjum í Tromsø í Norra.
Enniberg hevur havt góðan fiskiskap, og hevur 875 tons av rækjum við til lands.
Enniberg hevur roynt meginpartin av túrinum í Barentshavinum.
Hetta er frysti túrur, sum Enniberg ger eftir rækjum. Trolarin hevur síðan hann kom í flotan, fiska tosk og annan botnfisk, sum verður framleiddur til flak umborð.
Fyri tíð síðan bleiv verksmiðjan umborð umbygd, og møguleiki varð nú eisini fyri at virka rækjur umborð.
Fyrr í ár keypti reiðaríið, sum eigur Enniberg, felagið Friðborg, sum hevur havt rækjuskip og kvotur í fleiri ár, men sum seldi Havborg til Russlands fyri tveimum árum síðan.
Føroysku skipini sum fiska rækjur eru Arctic Viking, sum er einasta skipið, sum er eftir í flotanum, sum livir av hesum fiskiskapinum, Akraberg og Enniberg, sum fiska rækjur burtur av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald