Undirhúsið á Toftum, saman við Bátafelagnum, hevur stovnað felagið “Mathiasar pakkhús” Samstundis hevur nýggja felagið keypt fyrrverandi pakkhúsið hjá Mathias Jacobsen, handilsmanni og reiðara, sum stendur á havnalagnum á Toftum.
Í morgun ruddaðu menn húsið, har ymiskur gamal fiskireiðskapur var inni. Millum útgerðina var eitt óbrúkt trol frá sluppini Elsu, sum Mathias átti, og sum var umbygd til trolara síðst í 1940unum. Menn meina, at trolið er frá somu tíð.
- Trolið hevur ongantíð verið í sjónum, tí knútarnir í meskunum eru púra leysir. Spjaldur er á báðum vengrunum og har stendur at trolið er 65 fót og er sent frá Trolvirkinum á Eiði.
Tað sigur Haldur Gaardbo, formaður fyri Undirhúsið.
- Vit hava sett okkum í samband við trolvirkið Vónina, og teir eru áhugaðir at síggja trolið, mála støddina upp og síggja hvussu tað er gjørt, sigur Haldur.
Ein kelda av Eiði vil vera við, at tað er óivað Olaf Samuelsen á Eiði, sum hevur gjørt trolið. Hann fór til Íslands áðrenn seinna kríggið at læra seg at gera trol. Aftaná kríggið byrjaði hann at gera trol í einum neysti á Eiði. Seinni flutti trolvirkið niðan í kjallaran í missiónshúsinum Karmel. Har gjørdi hann trol, saman við øðrum í fleiri ár. Olaf keypti rullur av tveini og so riðaðu menn og kvinnur netið, og tí eru knútarnir ikki spentir.
Áhugavert verður at vita, hvat teir serkønu á Vónini siga um trolið, og hvat skal henda við tí.
(Myndin av Elsu er frá 1946 áðrenn hon varð umbygd til trolara)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald