Innanlands

Eru farin til Noregs eftir nýggja Pison

Føroyingarnir, sum eru farnir eftir nýggja Pison, skulu í sóttarhald tá ið teir koma til Noregs

2021-01-04 16:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Menn eru í dag farnir úr Føroyum til Noregs, har teir skulu eftir Nyvoll Senior, sum er keyptur til Føroyar.

- Skipið skal siglast úr Noregi til Føroya undir norskum flaggi, og síðan skal skipið yvirtakast, og flaggast um í Føroyum, sigur Eyðstein Sørensen, sum er skipari, og ein av eigarunum á nýggja skipinum, sum kemur í flotan fyri Pison.

Nyvoll Senior, skal skifta navn til Pison, og Eyðstein Sørensen vónar, at skipið er í Føroyum síðst í vikuni, men ásannar, at tað skjótt kann ganga ein vika áðrenn teir kunnu byrja ferðina til Føroyar.

- Skipið skal eita Pison, og vit vænta at tað tekur eini 10 dagar áðrenn tað er klárt at fara til fiskiskap, og tá verður farið til fiskiskap undir føroyum, sigur Eyðstein Sørensen.

Gamli Pison, sum hevur tænt fyri seg, stóð fyri einari umfatandi klassing, og mett varð ikki, at tað var rætta avgerðin at arbeiða víðari við, og tí varð avgerð tikin um at keypa eitt nýggjari skip fyri Pison.

Nýggi Pison er bygdur í 1987, og er systurskip til Eivind, sum hevur heimstað í Sandavági.

Eivind er tó bygdur í Noregi, meðan nýggi Pison er bygdur í Vági. 

[object Object]Gamli Pison skal nú høggast upp. Skipið hevur verið í føroyska flotanum síðan 1961 - Mynd: Skipalistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder