Uttanlands

ES ber ótta fyri russiskum trolara við Føroyar

Reiðaríið hjá Melkart-2 er undir illgruna fyri at njósnast fyri russiska hervaldið

Russarar við bryggju í Norðhavnini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Russarar við bryggju í Norðhavnini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-04 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein russisk fiskivinnufyritøka er undir illgruna hjá ES at vera partur av russiskari njósning. Skip hjá fyritøkuni eru undir illgruna fyri at hava framt njósnarauppgávur og sabotasju móti kritiskum undirstøðukervi í Noregi.

Tað skrivaði ES-nevndin í sambandi við at nýggi pakkin um tiltøk móti Russlandi varð lagdur fram í farna mánaði, skrivar Danmarks Radio.

Talan er um fyritøkuna Murman Seafood, sum hevur loyvi at fiska við Føroyar, sum er undir illgruna fyri vera ein hóttan móti evropeiska samveldinum.

Tað er serliga trolarin Melkart-5, sum hevur víst seg at vera undir illgruna í Brússel.

ES mælir til at sera serlig tiltøk í verk móti Murman Seafood, tí trolarin hevur hildið seg nærhendis Nato-venjingum, og javnan hildið seg tætt til sokallað kritiskt infrakervi og hernaðarøki í Noregi.

Melkart-5 hevur eisini borið seg illgrunasamt at nærhendis sjókaðlum um sama mundið, sum skaði er komin á kaðlarnar. Norska NRK hevur fyrr víst á, at talan er um ein kalað til Svalbarð, sum fekk skaða í 2022.

Russiska tilbúgvingin áleggur russiskum fiskiskipum av hava ein leiklut í russisku sjóverjutilbúgvingini, og hetta merkir, at fiskiskip eisini hava hernaðarligar uppgávur í friðartíð.

Melkart-5 er ikki einasti trolarin í flotanum hjá Murman Seafood. Felagið eigur eisini ein av trolarunum, Melkart-2, sum hava loyvi at fiska eftir svartkjafti, sild og makreli í føroyskum sjógvi, sambært fiskivinnuavtaluna millum Føroyar og Russland, og harvið eisini hevur fría atgongd til føroyskar havnir. 

Tveir fyrrverandi føroyskir trolarar eru partar av Melkart-flotanum hjá Murman Seafood

Les eisini: Kent russiskt felag keypt Gadus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder