Innanlands

Fáa ikki føroyingar eftir “fólksins ogn”

Nú tykist orðingin “at fara til skips” á dreingja munni, at skapa ørkimlan hjá fleiri foreldrum, sigur John Kári Jacobsen, skipari á Jákupi B. Tað er trist, álvarsamt og eitt sindur ræðandi, um føroyskur ungdómur velur sjólívið sum tað síðsta, ella als ikki, heldur hann

John Kári Jacobsen, skipari á frystilínuskipinum Jákupi B (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

John Kári Jacobsen, skipari á frystilínuskipinum Jákupi B (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-07-16 19:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Tað er gott og neyðugt at ungdómur útbúgvir seg, men tíðin er sera nógv broytt og kanska ovmikið nógv. Tá eingin tosaði um fólksins ogn, fóru ungir og eldri føroyingar spentir eftir henni. Nú fleiri rópa upp um fólksins ogn, er trupult at fáa føroyingar eftir ognini!

Tað sigur John Kári Jacobsen, skipari á frystilínuskipinum Jákupi B.

- Hóast rímuliga góða inntøku, er tað trupult at manna partar av føroyska fiskiflotanum við føroyingum. Fyrr gleddu ungir dreingir seg til at gerast fjúrtan ár og at sleppa til skips. 

Nú tykist orðingin “at fara til skips” á dreingja munni, at skapa ørkimlan hjá fleiri foreldrum, sigur hann.

- Tað er trist, álvarsamt og eitt sindur ræðandi, um føroyskur ungdómur velur sjólívið sum tað síðsta, ella als ikki, tí enn stendur samfelagið einamest á tveimum beinum – fiskivinnuni og alivinnuni, sigur hann.

- Hendan støðan hevur ført við sær, at fleiri føroysk skip hava fleiri útlendingar umborð.

- Flestu teirra eru raskir og álítandi menn, men hvar er føroyski ungdómurin, spyr hann.

- Nøkur skilja hetta óivað sum grenj, men hendan støðan ørkimlar meg og fleiri sum hava ábyrgd av fiskiskipum. Fleiri av gomlu skipunum eru skift út við nýggjari og betri skip, og kortini er tað ein avbjóðing at manna skipini við føroyingum.

Øll kunnu ikki vera akademikarar, ella sigla við nótaskipum og við bestu trolarum, so vónandi sígga vit framhaldandi ungar føroyingar umborð á øðrum fiskiskipum eisini, sigur John Kári.

Jákup B er til fiskiskap við Føroyar.  

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð áðrenn fráferð, har hann eisini hevði eitt bíbliuorð og bøn fyri skipi og manning.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder