2023-01-11 14:07

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í dag lýst kunngerð so uppsjóvarskipini fáa undantaksloyvi at landa svartkjaft uttanlands.
Lógin sigur, at landast skal í Føroyum, men nú fáa skipini altso loyvi til at landa uttanlands til og við 1. mars 2023.
Seinastu dagarnar hava føroysk uppsjóvarskipini fingið nógvan svartkjaft, og tað hevur havt við sær langar bíðirøðir á Havsbrún.
Kunngerðin kemur í gildi í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald