
- Eg havi siglt sum maskinmaður við Akamalik í umleið 22 ár. Síðstu mongu árini havi eg verið maskinstjóri, og síðstu umleið seks árini hava allir maskinmennirnir verið grønlendingar, sigur Isak.
Fríggjadagin lá grønlendski rækjutrolarin Akamalik á Hafnafjørðinum í Íslandi. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og ein av monnunum hann hitti, var maskinstjórin Isak Lynge Petersen. Hann segði millum annað:
- Vit eru komnir umborð her á Hafnafjørðinum og fara avstað í dag. Vit fara til Eysturgrønlands at royna. Fiskiskapurin eftir rækjum hevur verið smáligur í vetur, bæði í Vestur- og Eysturgrønlandi, men vónandi verður hann betri nú. Tað er sum oftast minni at fáa av rækjum um veturin, men eg haldi tað hevur verið minni at fingið í vetur enn undanfarnu vetrarnar.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Uppá fyrispurning um hann hevur siglt leingi sum maskinmaður, sigur hann:
- Eg havi siglt sum maskinmaður við Akamalik í umleið 22 ár. Síðstu mongu árini havi eg verið maskinstjóri, og síðstu umleið seks árini hava allir maskinmenninir verið grønlendingar.
- Vit eru fáir grønlendingar, ið sigla sum maskinstjórar, tí tað krevur hægri útbúgving. Nú kemur vónandi vend í. Ein maskinmeistaraskúli er byrjaður í Sisimiut, í samstarvi við maskinmeistaraskúlan í Keypmannahavn. Fleiri grønlendingar eru áhugaðir fyri skúlanum, so vónandi fáa vit fleiri útbúnar grønlendskar maskinmenn komandi árini, sigur Isak.
24 mans eru við Akamalik.
Teir fingu bløð og ein geyma við 180 kristnum sjónbandasangum.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald