2019-04-16 12:53
Fagraberg verður í løtuni sleipaður á Havnina eftir at skipið fekk um skrúvuna. Fagraberg royndi eftir svartkjafti sunnanfyri, tá posin kom um skrúvuna sunnudagin.
Brimil kom skipinum til hjálpar og skipið verður á Havnini seinnapartin, skrivar JN.fo. Skipið er komið norðurum Akraberg.
Sambært JN.fo hevur Fagraberg eini 600 tons av svartkjafti, sum teir fara at landa til Havsbrún.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur at teir hava enn ikki tikið avgerð um akkurát hvar teir fara við skipinum. Teir vita heldur ikki, um neyðugt verður at fara á dokk, fyrrenn teir hava fingið loyst posan. Men verður tað neyðugt, so sleppa teir á dokkina á Skála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald