2026-06-09 08:15
Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið Fagraberg hevur landað, skal útgerð og annað í land og síðani fer manningin í summarfrí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald