Innanlands

Fagraberg landað svartkjaft í Fuglafirði

Fagraberg hevur 1200 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-01-30 11:25 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skuldu landa.

Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir høvdu 1200 tons av svartkjafti, sum teir landaðu til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu.

placeholder
placeholder