2021-01-21 21:26

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í nátt á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hava 2000 tons av svartkjafti við til lands, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður landaður til ídna.
Tá ið ligut er at landa, verður helst farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Hjá Pelagos í Fuglafirði hevur Isafold júst landa makrel.
Uppsjóvarskipið frá Hirtshals hevur fiskað makrel í ES sjógvi, og veiðan varð landað til Pelagos, har makrelurin verður landaður til matna.
Tá ið veðrið batnar fer Isafold aftur á makrelveiðu.
Isafold (savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald