Innanlands

Fara nú á rækjuveiðu

Hetta er vanliga vánalig tíð til rækjur í Barentshavinum, men vit fara kortini. Fiskiskapurin plagar at batna í februar og fyrst í mars

Heri Thomsen, sum verður skipari komandi túr (Mynd: Sjómansmissiónin)

Heri Thomsen, sum verður skipari komandi túr (Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-01-16 19:36 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit fara í Barentshavið og óivað í russiskan sjógv at royna. Hetta er vanliga vánalig tíð til rækjur í Barentshavinum, men vit fara kortini. Fiskiskapurin plagar at batna í februar og fyrst í mars.

10. januar kom Arctic Viking fullfermdur á Klaksvík. Teir høvdu verið á toskaveiðu í Barentshavinum og høvdu 670 tons av avhøvdaðum fiski. Bjarni Petersen var skipari.

- Nú fara vit á rækjuveiðu, og tí skal skipið riggast um frá toskaveiðu til rækjuveiðu. Tí skifta vit trol og rigga verksmiðjuna til rækjuveiðu. Hóast skipið er rigga til bæði rækjur og tosk, so er altíð okkurt smávegis, sum skal broytast, tá fiskiskapurin broytist.

Tað sigur Heri Thomsen, sum verður skipari komandi túr.

- Vit fara í Barentshavið og óivað í russiskan sjógv at royna. Hetta er vanliga vánalig tíð til rækjur í Barentshavinum, men vit fara kortini. Fiskiskapurin plagar at batna í februar og fyrst í mars, sigur hann.

- Tá skipið er klárt, vónandi fyrru hálvu av vikuni, verður kósin sett í Barentshavið. Vit verða 16 mans við, sigur Heri Thomsen.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár. Saman við kaffisteðginum, var eisini høvi at hava eitt Guds orð og bøn, saman við nøkrum av manningini.

Teimum, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder