Innanlands

Fara óivað at halda jól í Barentshavinum

Tá tað nú sær út til at laga seg soleiðis í ár, so fer tað óivað at vera hugnaligt, hóast allir vilja vera heima á jólum siga Fríðrikur Absalonsen og Allan Váðklett, sum sigla við Sjúrðarbergi

Fríðrikur Absalonsen og Allan Váðklett (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Fríðrikur Absalonsen og Allan Váðklett (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-11-30 19:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg skal við Sjúrðarbergi, og hetta er fyrstu ferð, eg fari avstað undan jólum við útlitum fyri at verða burtur um jólini; so tað er eitt sindur nervapirrandi. Útlitini, fyri at vera aftur áðrenn jól, eru ring, tí so mikið er eftir av kvotuni.

- Ja, tað skal gangast serstakliga væl, bæði hjá okkum og hjá Gadusi, um vit verða aftur áðrenn jól, sigur Fríðrikur Absalonsen, maskinmaður, á Sjúrðarbergi.

- Eg skal eisini við Sjúrðarbergi, og sum Fríðrikur sigur, so eru flestu tekin fyri, at vit koma at halda jól í Barentshavinum. Eg havi siglt í frálandavinnuni í fleiri ár og havi verið burtur fleiri jól, men tað hevur verið í heitum londum, so tey jólini hava mint um feriur sunnanfyri, sigur Allan Váðklett, sum eisini siglir sum maskinmaður við Sjúrðarbergi.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Eg haldi ikki, eg havi hildið jól á sjónum við føroyskum skipi og saman við føroyingum. Tá tað nú sær út til at laga seg soleiðis í ár, so fer tað óivað at vera hugnaligt, hóast allir vilja vera heima á jólum, sigur hann. 

Allan sigur annars, at Sjúrðarberg er eitt gott skip og í góðum standi. Nógv varð gjørt við skipið, áðrenn tað kom til Føroyar, og so er eisini nakað gjørt við tað síðani.

Fólkið er eisini gott, tí fleiri eru fyrrverandi KÍ-arar, men á B-liðnum, sigur Allan skemtandi.

Eftir ætlan fer Sjúrðarberg avstað í kvøld. Rólvur í Norðnástovu verður skipari, og 28 mans fara við.

Sjómanstrúboðarin var umborð í síðstu viku við jólapakkum, tá hann hitti maskinmenninar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder