Nú høvuðsframleiðslan á Varðanum Pelagic á Tvøroyri koyrir við fullari ferð, verður nú farið undir at gera klárt til aðra framleiðslu.
Tosað hevur verið um surimivirki í longri tíð, og tað steðgaði upp tá eldurin á sumri 2017 hevði við sær, at nærum alt virkið brendi í grund.
Men nú verður aftur arbeitt við hesum, og ætlanin er at hetta skal vera klárt til svartkjaftatíðina í heyst
Varðin Pelagic hevði seinnapartin móttøku, har rundsýning eisini var, nú virkið er alment tikið í nýtslu.
Íløgan at byggja nýggja virkið er 560 milliónir krónur, og samlaða grund víddin á øllum bygningunum hjá virkinum er nú 20.500 fermetrar.
Sí eisini: Myndir: Rundsýning á Varðanum Pelagic
Sí eisini: Myndir: Móttøka á Varðanum Pelagic
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald