2023-02-17 18:20
Felagið hevur keypt bjargingarbátin Hannes Þ. Hafstein at brúka sum loðs- og tænastubát.
Hetta skrivar Føroya Fiskimannafelag á heimasíðuni.
Hannes Þ. Hafstein var bygdur í 1982 í Englandi. Íslendingar keyptu bátin í 2003. Fyrst var hann heimahoyrandi á Hafnarfirði og hevði tá navnið Einar Sigurjónsson.
Báturin varð seldur til Sandgerðis í 2014, og hevur síðani tá havt navnið Hannes Þ. Hafstein.
Fiskimannafelag.fo veit, at báturin kemur á Klaksvík í annaðkvøld.
Felagið eigur frammanundan Annu og Mariu, og hetta triðja skipið skal eita Herborg, veit kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald