Innanlands

Fekk blackout millum Stong og Eystnes

Stutt eftir fingu tey gongd á skipið aftur, sum kundi halda áfram eystureftir

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-11-22 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendski trolarin boðaði í gjárkvøldið frá, at hann hevði fingið black-out stutt eftir fráferð av Havnini. Trolarin var tá staddur millum Stong og Eystnes.

Fráboðanin kom um hálvgun sjey-tíðina í gjárkvøldið.

Brimil var um hetta mundið staddur norðan fyri Føroyar, so MRCC heitti á Pressaran hjá skipasmiðjuni Mest um at fara út móti Polar Princess at vera standby.

Men áðrenn Pressarin náddi so langt, boðaði Polar Princess frá, at gongd var komin á skipið aftur, sum sostatt kundi halda leiðina fram eystureftir, skrivar MRCC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder