2023-03-13 09:19
Seint fríggjakvøldið boðaði Polarstjørnan frá, at teir høvdu maskintrupulleikar, og at teir tí tørvaðu sleip til lands.
Polarstjørnan var tá stødd undir eysturlandinum í Íslandi.
Sambært heimasíðuni hjá Vørn, setti Brimil kós móti Íslandi, og var hann frammi seint leygarkvøldið. Polarstjørnan var tá stødd 40 fjórðingar í ein landsynning úr Høfn.
Brimil og Polarstjórnan komu á Klaksvík seint í gjárkvøldið. Teinurin at sleipa var umleið 240 fjórðingar.
(Mynd: Bjartur Tórhalsson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald