- Eg fór umborð á fyrsta Kamb, sum var fyrrverandi Jógvan á Gørðinum í 1984 eftir at hava siglt við Mascot í sjey ár. Eg var so við tí Kambi til 1991, tá hann varð seldur. Síðani var eg við ymiskum skipum, til eg í 1996 fór við Strandingi og var við honum til 2007, tá eg fór umborð á fyrrverandi Kamb, sum nú eitur Vesturhavið. Nú er so triði Kambur komin, so kanska eg skal royna hendan eisini.
Tað sigur garvaði línumaðurin, Hilmar Djurhuus, á Strondum.
- Eg havi siglt í nógv ár hjá reiðarínum M/S Kambur, og havi trivist har. Eg verði 65 ár næstu ferð, eg havi føðingardag, og trygdarskeiðið gongur út um eitt ár, so nú fáa vit at síggja, hvussu drúgvur eg verði afturat, sigur hann.
Stórar broytingar hava verið hjá línuflotanum hesi árini. Fyrsta stóra broytingin var frá at egna við hond, til egningamaskinan kom.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Tað var strævið at byrja við, til menn vandust við hana. Stór broyting var eisini, tá svøvlar komu á húkarnar, og vit sluppu frá nógvu snúningunum á teymunum, og nógv færri teymar slitnaðu. Fyrstu tíðina við egningamaskinu, vóru vit ofta fýra og fimm mans í skúrinum til at knýta teymar í og rætta húkar, til vit nú hava ein mann í skúrinum, sum ornar alt, greiðir Hilmar Djurhuus frá.
- Eg eri spentur at fara við hesum Kambi, sum er væl størri enn tann gamli og so koma vit at draga línuna upp gjøgnum botnin. Eg havi ikki verið við skipi við dragibrunni, so tað gleði eg meg til at royna. Tað verður óivað løgið ikki at skula lata seg væl í fyri at standa í sjóroki við rulluna, men arbeiða hvítklæddur inni,- sigur Hilmar Djurhuus brosandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald