Innanlands

Fingu havtaskur við lundum í magunum

- Síðsta summar upplivdu vit tað sjáldsama, at tvær ferðirnar fingu vit havtaskur við lundum í magunum, sigur Jákup Absalonsen, skipari á garnabátinum Gudrun

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

2023-01-20 07:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fyri garnabátinum, Gudruni, í Klaksvík, sum roynir eftir havtasku, var árið 2022 brúkiligt.

Nøgdin var heldur minni enn í 2021, men prísurin var betri, so úrslitið var tað sama. 

Síðstu árini hevur annars verið brúkiligur fiskiskapur hjá Gudruni.

- Vit royna mest norðanfyri Føroyar. Síðstu trý árini hava vit eisini havt eitt royndarloyvi á Føroya Banka, í tveir mánaðir um summarið. 

Har hevur verið góður fiskiskapur, serliga fyrsta árið. Síðsta summar viðraði illa, og tað darvaði fiskiskapin, men úrtøkan var brúkilig kortini. Tað sigur skiparin, Jákup Absalonsen.

- Nógv hevur verið tosað um Føroya Banka, og nógvar meiningar eru um fiskiskap og um livið har. Hvat benda tykkara royndir á?

- Eg vil ikki gera meg klókan uppá Føroya Banka, men siga tað soleiðis, at summarið 2020 var væl av lívi at síggja, og tá meini eg við fugl og hval, og vit fingu nógva havtasku 

[object Object](Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

Í 2021 uddi av fugli og hvali, men summarið 2022 var nógv minni av lívi at síggja. Vit høvdu væl brúkiligan fiskiskap bæði árini, sigur hann.

- Síðsta summar upplivdu vit tað sjáldsama, at tvær ferðirnar fingu vit havtaskur við lundum í magunum. 

Um lundin hevur svomið niðri á botni ella havtaskan hevur fangað hann uppi í sjónum, vita vit sjálvandi ikki. 

Tá royndu vit uppi á tí grunna á bankanum, har dýpið var umleið 90 metrar, sigur Jákup.

- Lundin hevur óivað kavað eftir sild ella øðrum smáfiski. Vit fingu nakrar fáar toskar og teir høvdu sild í maganum.

Í magunum á havtaskunum var mest hýsa, og við hvørt smáar havtaskur, sigur Jákup.

- Vit hava roynt mest í landnyrðingshorninum á Føroya Banka, og tí eru hesar eygleiðingarnar frá tí økinum.  Hvussu støðan annars er á Bankanum, kann eg ikki úttala meg um, sigur Jákup.

Fimm mans eru við Gudruni. Teir ligggja vanliga í desember og í januar og byrja aftur fyrst í februar.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð fyrst í januar, tá manningin var í holt við at skera gomul gørn undan línunum.

Nýggj gørn verða so árliga seymað uppá línurnar, sum sostatt verða nýttar í fleiri ár.

Tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn. Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder