Innanlands

Finnur Fríði á Gøtuvík leygardagin

Hátíðarhald verður í Gøtu leygardagin

Finnur Fríði her við bryggju í Skagen (Mynd: Varðin)

Finnur Fríði her við bryggju í Skagen (Mynd: Varðin)

2024-08-23 08:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi Finnur Fríði loysti seinnapartin í gjár frá landi í Skagen og setti kós móti Føroyum.

Skipið fer at liggja við bryggju í Norðragøtu, sigur Varðin. Reiðaríið sigur, at hátíðarhald verður leygardagin, men júst nær kemur kunning um seinni.

Finnur Fríði er útgjørdur við nýggjastu og mest umhvørvisvinarligu tøknini, sum er á marknaðinum í løtuni. Motorurin er ein Wartsila 31 og er klárur at móttaka framtíðar brennievni, sum t.d. metanol og ammoniak. Skipið lastar 3000 tons.

Manningin, sum var á gamla Finnur Fríða, heldur fram umborð á nýggja Finnur Fríða.

Eftir hátíðarhaldið í Gøtu væntast Finnur Fríði at fara á makrelfiskiskap einaferð í næstu viku. Útgerðin er øll umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder