2021-09-28 06:58
Føroyska uppsjóvarskipið Finnur Fríði er farið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Talan er um fyrsta uppsjóvarskipið higartil í ár, sum er farið at royna eftir sild.
Tað er tó ikki nógv sild at síggja í løtuni.
Hini uppsjóvarskipini eru øll á makrelveiðu, og meginparturin fiskar í norskum sjógvi, har fiskiskapurin er smáligur í løtuni.
(Mynd: Fishfacts.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald