Uttanlands

Finnur Fríði hevur landað í Noregi

Finnur Fríði hevur landað 2.900 tons í Noregi

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-04-10 07:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur landað 2.900 tons av svartkjafti í Måloy.

Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Langa bíðitíðin í Fuglafirði ger, at fleiri skip eru farin uttanlands at landa veiðuna.

Finnur Fríði er farin aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder