2019-01-21 22:14
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í gjár á Tvøroyri, har teir skuldu landa.
Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at teir høvdu 1500 tons við til lands, sum skuldi landast til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Talan er um góða stødd - umleið 400 gramm í miðal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald