Innanlands

Finnur Fríði landar makrel á Tvøroyri

Hetta er næsta lastin, sum verur landað til Varðin Pelagic síðan virkið varð tikið alment í nýstlu

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-01-26 11:25 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði liggur í løtuni á Tvøroyri, har teir landa makrel.

Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava umleið 1100 tons av góðum makreli, sum verður landaður til Varðin Pelagic.

Talan er um góða stødd - umleið 400 gramm í miðal.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder