2019-01-16 13:10
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í nátt á Fuglafjørð, har teir skulu landa svartkjaft.
Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava fulla last - umleið 2500 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Tá ið liðugt er at landa fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald