Innanlands

Finnur Fríði loyst í Skagen

Nýggjasta skipið í flotanum hevur sett kós móti Føroyum

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

2024-08-22 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin varð nýggi Finnur Fríði handaður Varðanum, og nú hevur nýggjasta skipið í føroyska flotanum loyst og sett kós móti Føroyum.

Sáttmálin fyri nýggja Finn Fríða bleiv undirskrivaður í desember í 2021, og skipið skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í januar í ár, men ymsar seinkingar hava gjørt, at hann ikki er liðugur fyrr enn nú.

Finnur Fríði er 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt nýmótans uppsjóvarskip, sum lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski.

Kósin er sett móti Føroyum, og eftir ætlan verður móttøka í Gøtu leygardagin ella sunnudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder