Innanlands

Finnur Fríði og Gøtunes skulu landa svartkjaft í Fuglafirði

Finnur Fríði skal landa 2200 tons og Gøtunes 3000 tons av svartkjafti

Finnur Fríði (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2023-03-27 21:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Finnur Fríði og Gøtunes, hjá Varðanum í Gøtu, skulu landa svartkjaft til Havsbrún.

Skipini hava verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Tað var tó smáligt at byrja við, men seinni kom gongd í, verður upplýst fyri Portalinum.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

[object Object]Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder