Uttanlands

Finnur Fríði skal landa í Norra

Finnur Fríði skal landa umleið 1.900 tons av sild í Noregi

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-01-25 21:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur sett kós móti Måloy, har skipið skal landa.

Finnur Fríði hevur verið á sildaveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. 

Seinastu tíðina hava fleiri skip verið í Norra og landa sildina, sum er fiskað í norskum sjógvi. 

Sambært fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Norra, so skal øll veiða, sum er fiskað í norskum sjógvi bjoðast út á almennu uppisøluna - Sildelaget.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder