Innanlands

Finnur Fríði sum skúlaskip

Tað er ikki á hvørjum degi, at skúlanæmingar sleppa stimitúr við skipið fyri 350 mill. krónur

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-08-26 18:41 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Tað er ikki á hvørjum degi, at skúlanæmingar sleppa stimitúr við skipið fyri 350 mill. krónur. Tað hendi tó í dag.

Klokkan ellivu í morgun kom bússur úr Gøtu skúla við gott 30 næmingum úr tveimum sjeyndaflokkum. Eftir at bussurin var steðgaður á bryggjuni kapprunnu næmingarnir umborð og spenningurin lýsti í eygum teirra.

Fyrst bjóðaði kokkurin kókaðar pylsur við bolla og djúsi afturvið. So var loyst og kósin sett inn á Skálafjørðin. Næmingarnir sluppu bæði at starta motorin, stýra og floyta, so Finnurin fór ”skinklandi” og floytandi inn og út eftir fjørðinum, meðan næmingarnir hugnaðu sær umborð.

[object Object]Finnur Fríði á Skálafjørðinum í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tá nakrir teirra vóru spurdir hvussu tey høvdu upplivað túrin var svarið greitt. Hetta var ein sera góð uppliving! Tá spurt var um túrurin hevði givið íblástur til sjólívið, var svarið eisini eitt greitt ja. Onkur skuldi verða dekkari og aðrir maskinmeistarar.

Tá spurt var, um eingin ætlaði at vera skipari, svaraðu tveir jú.   

Um hesi ungu koma at fylgja útsøgnum sínum í dag, so sær gott út við sjófólkið í Eysturkommunu – eisini í framtíðini. 

Finnur Fríði verður skúlaskip aftur í morgin, tá 4,5,6 flokkar skulu hvør sín túr. Av somu orsøk er nógv eyka bjargingarútgerð umborð í hesum døgum.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir Guds signing yvir skip manning, skúlaflokkarnar og sjófólkið annars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder