Innanlands

Fisher Bank skal royna við tveimum trolum

Gamal kenningur á Fuglafirði í gjár

Dan Eyvindsson og Kristian Thomsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Dan Eyvindsson og Kristian Thomsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-05-31 19:15 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í gjár lá franski ísfiskatrolarin Fisher Bank á Fuglafirði. Hóast navnið var ókent, so sá skipið kent út.

- Jú, hetta er fyrrverandi Lerkur, hjá Faroe Origin í Runavík, sum fyrst í novembur varð seldur til Fraklands, saman við Róki. Navnið og flaggið er nýtt og partur av manningini er nýggjur, men skipið er tað sama. Tað segði Kristian Thomsen, skipari.

Maskinmeistarin og bátsformaðurin eru eisini føroyingar.

- Skipið hevur ligið síðani novembur á Akureyri í Íslandi, har øll verksmiðjan er skift út. Harafturat eru aðrar smávegis dagføringar og betringar gjørdar, so skipið er væl rigga og í góðum standi, sigur hann.

- Einasta gamla á verksmiðjuni eru báðar kryvjimaskinurnar. Bond, pavnar, vatn, el, luft og annað er alt nýtt. Nú koma vit at skilja fiskin í fýra støddir, og so verður hann vigaður í 100 kilo pavni, sum so sleppur hann niður á flutningsbandið í lastini fyri síðani at føra hann í 300 kg kør við krapísi, sigur Kristian.

- Vit koma at fiska upsa og annan fisk í Norðsjónum og vestanfyri Shetland, og landa hann í Hanstholm. Vit koma eisinin at royna við tveimum trolum og tí hava vit fingið eina vekt upp í triðja spælið, sum rullar eftir botni millum trolini, sigur hann.

- Bæði Lerkur og Rókur vóru bygdir við trimum trolspølum og til tvey trol, so tað var ikki tann stóra riggingin. Nú skulu vit fáa trolspøluni at samstarvað, og royna útgerðina undir Føroyum, áðrenn leiðin liggur niður í Norðsjógvin, sigur Kristian.

Dan Eyvindsson skal vera skipari á fyrrverandi Róki, sum eisini skal royna við tveimum trolum eftir upsa í Norðsjónum. Hann verður klárum um ein mánað.

Dan var og vitjaði umborð tá sjómanstrúboðarin vitjaði í gjár. Tíð var eisini til Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder