Innanlands

Fiskaaling setir ljós á burðardygga menning

Fiskaaling hevur sáttmála við Uttanríkis- og vinnumálaráðið um gransking, menning og ráðgeving innan økir, ið eru tengd at alivinnuni

Mynd: Fiskaaling.fo

Mynd: Fiskaaling.fo

2018-12-19 18:18 Author image
Ari av Rana

Herfyri var Magni Arge, fólkatingslimur, á vitjan á Fiskaaling, har hann greiddi frá Heimsmálunum fyri burðardyggari menning. Endamálið við vitjanini var at kunna um Heimsmálini og geva starvsfólkunum á Fiskaaling eitt kveikjandi innlegg til dagliga arbeiðið.

Á Fiskaaling verður arbeitt miðvíst við at framleiða vitan, ið skal menna vitan um aling og viðurskifti, sum kunnu setast í samband við aling og teir karmar, sum alingin virkar í. Serligur dentur verður lagdur á vitan, ið kann menna eina varandi føroyska aling.

Úrslit frá granskingararbeiðinum á Fiskaaling fer at geva vitan, ið kann tryggja eina burðardygga menning av alivinnuni. Tað verði seg vitan, ið skal tryggja støðuga framleiðslu, vitan í mun til vakstrarmøguleikar, eins og vitan, ið útvegar okkum nýggjar møguleikar.

Týdningurin av, at vit taka ábyrgd av umhvørvinum og fara væl um okkara tilfeingi, var ein sentralur partur av orðaskiftinum aftan á framløguna hjá Magna Arge. Vitanin, sum kemur burturúr granskingararbeiðinum, fer at gera tað lættari at taka avgerðir um, hvussu alingin kann skipast, eins og vit tryggja, at møguleikarnir hjá komandi ættarliðum at nýta firðirnar ikki verða skerdir.

Fiskaaling hevur sáttmála við Uttanríkis- og vinnumálaráðið um gransking, menning og ráðgeving innan økir, ið eru tengd at alivinnuni. Sáttmálin er liður í arbeiðinum hjá Føroya Landsstýri at verkseta Heimsmálini fyri burðardygga menning og soleiðis fáa vitan til eina varandi aling, skrivar Fiskaaling.

Faka um Heimsmálini
Á heysti 2015 samtyktu heimsins stats- og stjórnarleiðarleiðarar á ST-toppfundi í New York ta higartil størstu ætlanina fyri sonevndari transformativari menningardagsskrá. Heimsmálini fingu gildi frá ársbyrjan 2016 og skulu fram til 2030 stýra ímóti eini meira burðardyggari menning fyri bæði menniskju og jørðini sjálvari. 

placeholder
placeholder