Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV, sum er partur av kenda tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt.
Filmurin, sum eitur “Algur, ein ókend rávøra”, varð frumsýndur á Arte TV í gjárkvøldið kl. 20.45, og á øðrum evropeiskum sjónvarpsstøðum.
Heimildarfilmurin, sum er partvíst upptikin í Føroyum, sýnir áhuga fyri gransking og teimum royndum, sum Fiskaaling, s/pf Tari og Hiddenfjord gera. Filmurin staðfestir, at tari, algur og mikroalgur hava nógvar góðar og gagnligar eginleikar, sum bíða eftir, at vit fara at duga at útvinna hesar. Møguleikarnir umfata matvørur, brennievni, heilivágur og mangt annað.
Leikstjórin, Almut Faass er kendur framleiðari innan fyri heimildarfilm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald