Innanlands

Fiskaaling vil frætta frá sílafiskarum um kúlulaks

Nú er farið undir at kanna í hvussu stóran mun kúlulaksur búleikast í føroyskum firðum og áum

2018-09-19 20:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fiskaaling er nú farið undir at kanna í hvussu stóran mun kúlulaksur búleikast í føroyskum firðum og áum. Endamálið er at fáa gjørt eina meting av í hvønn mun hetta fiskaslagið kann gerast ein hóttan móti alivinnuni, tá ræður um spjaðing av møguligum fiskasjúkum, sum ikki frammanundan finnast í Føroyum. Fiskaaling, sum ger kanningina eftir áheitan frá Havbúnaðarfelagnum, vil fegin hoyra frá sílafiskarum, sum hava fingið ella møguliga fara at fáa kúlulaks á húkin.

Tað kemur fyri, at frítíðarfiskarar fáa kúlulaks (pukkellaks) á húkin, men eingin vitan er um, í hvussu stóran mun hetta laksaslagið er til staðar í føroyskum firðum og áum. Heldur ikki, um hesin laksurin møguliga er farin at gýta her, eins og eingin vitan er um ferðingarmynstrið hjá kúlulaksinum.

Nevndin í Havbúnaðarfelagnum hevur sett sær fyri at fáa kannað, hvussu støðan er á hesum økinum og hevur tí heitt á Fiskaaling um at seta eina kanning í verk av kúlulaksi í Føroyum.

Kanningin skal skráseta talið av fiskaðum kúlulaksum, kanna hann fyri sjúkur, og somuleiðis staðfesta, um kúlulaksurin er farin at gýta í Føroyum ella ikki.

Við øðrum orðum skal kanningin staðfesta títtleikan av kúlulaksi í Føroyum, og í hvønn mun hetta fremmanda slagið av laksi kann gerast ein váði fyri føroysku vistfrøðina og alivinnuna, tá ræður um sjúku, sum frammanundan ikki finst í Føroyum. 

Um kúlulaksurin fer at vísa seg at vera ein týðandi váði, má síðani verða mett um, hvørji bráðfengis tiltøk kunnu setast í verk til tess at forða fyri útbreiðslu av hesum laksaslagi, sigur Havbúnaðarfelagið.

Høvuðsøkið hjá kúlulaksinum er norðari partur av Kyrrahavinum. Hetta serliga slagið av laksi var tó í sekstiárunum staðfest og fiskað í stórum nøgdum í norskum sjóøki, eftir at russar høvdu sett hann út sum alilaks við Kolahálvoynna. Seinni minkaði nøgdin av kúlulaksi munandi aftur í Noregi. Á sumri í fjør var tó aftur staðfest lutfalsliga stórt tal av kúlulaksi í norskum áum.

Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma. Í miðal vigar hann 2,2 kilo, men størsti skrásetti fiskurin vigaði 6,8 kilo.

Fiskaaling heitir á øll, ið fáa kúlulaks, at lata hann til Fiskaaling, sum letur fíggjarliga samsýning afturfyri. Tað er av alstórum týdningi, at fiskurin er so heilur og feskur sum gjørligt. Tað vil siga hvørki kruvdur ella frystur.

Fiskaaling.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder